Meginreglur.
Gerandisdagurin
Atferð
· Næmingarnir skulu vísa sømiligan atburð bæði í tíma og fríkorteri.
Uppmøting
· Vit møta rættstundis.
Morgunsangur
· Hvønn morgun er felags morgunsangur.
Fríkorter
· Næmingarnir skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini.
· Næmingarnir eru úti, tá veðrið er til vildar.
· Lærararnir fylgja næmingunum út úr stovuni, og taka móti teimum, tá teir koma inn aftur.
Garðvaktir
· Garðvakt er, áðrenn skúladagurin byrjar og í øllum fríkorterum.
Matarsteðgur
· Næmingarnir hava góðan og sunnan matpakka við.
Skógvar
· Næmingarnir lata seg úr skónum í gongini, og seta teir upp á pláss.
Røklar
· Skúlin hevur røklaskipan í øllum flokkum, har næmingarnir skiftast um at hava ábyrgd av flokshølinum.
SKÚLIN
Klokkutíðirnar eru hesar
Tímatalvan
· Undirvísingartímatali næminganna um vikuna í hvørjum flokki er sambært §19 í fólkaskulalógini.
· Um skúlaleiðarin heldu, at góðar grundir tala fyri tí, kunnu tímar flytast millum flokkar.
Tíma- og lærugreinabýtið
· Tíma- og lærugreinabýti verður gjørt eftir hesum leisti.
· Í løtuni eru vit ein 3-flokkaður ársbýttur skúli.
Floksbýti
· Skúlaleiðarin ger av hvørjir flokkar ganga saman. Hetta verður gjørt soleiðis, at næmingarnir kunnu fáa best møguligu undirvísing burtur úr tímajáttanini, sum skúlin fær.
Lærarar
· Skúlaleiðarin ger uppskot um, hvørjum lærugreinum og flokkum hvør einstakur lærari skal undirvísa í. Um tað ber til, skal skúlaleiðarin ganga ynskinum hjá læraranum á møti.
UNDIRVÍSING
Ársætlan
· Á hvørjum ári ger skúlin ársætlan, sum verður løgd fyri skúlastýrið.
Undirvísingarhættir
· Lærarin velur teir arbeiðshættir, ið hann metir hóska og uppfylla endamál skúlans
Evnisvika
· Eina til tvær ferðir um árið hava vit evnisviku ella skeið.
Svimjing
· Næmingarnir fara til Klaksvíkar at svimja.
· Um næmingar skulu steðga eftir í Klaksvík, skulu foreldrini boða skúlanum frá.
Tónleikur
· Næmingar, sum eru áhugaðir í tónleiki, hava møguleika at ganga til undirvísing í onkrum ljóðføri í musikkskúlanum.
Serundirvísing/serligur tørvur
· Flokslærarin ger eina lýsing av einstaka næminginum, og skúlaleiðarin sendir umsóknina til Sernámsdepilin. Ætlan verður gjørd fyri játtaðar tímar.
Miðfirrað serundirvísing
· 13% av næmingatali skúlans verður nýtt til miðfirraðar tímar.
· Skúlaleiðarin ger av, saman við hinum lærarunum, hvussu hesir tímar verða nýttir.
· Tímarnir kunnu brúkast til einstaklingaundirvísing uttanfyri flokkin, stuðul í flokkinum, bólkastuðu í flokkinum ella bólkastuðul uttanfyri flokkin.
Ársroyndir
· Næmingarnir í 6. og 7. flokki fara til skrivliga og munnliga roynd í mai/juni mánaði.
FRÁVERA
Næmingafrávera
· Næmingafráverur verða førdar í dagbók/protokoll floksins.
· Skúlaleiðarin kunnar javnan skúlastýrið um næmingafráverur.
Fríloyvi
· Flokslærarin hevur heimild til at geva næmingi frí upp til 2 skúladagar.
· Er talan um longri fráveru, skal skúlaleiðarin geva loyvi til tess.
Frávera
· Um næmingur er sjúkur, skulu foreldrini siga frá við at ringja ella senda sms-boð.
Ferming
· Avtalað millum skúlaleiðara og viðkomandi prest, hvussu næmingarnir ganga til.
Fjall/grind
· Næmingarnir fáa frí, um foreldrini biðja um tað.
Jarðarferð
· Tá jarðarferð er í bygdini, sleppa næmingarnir heim kl. 11.30.
HEILSA
Heilsufrøðingur
· Leila Olsen er heilsufrøðingur í skúlanum.
Skúlatannlæknaskipanin
· Allir næmingarnir fara til skúlatannlækna í Klaksvík.
Matpakki
· Sunnan matpakka við í skúla.
Lús
· Foreldur hava fráboðanarskyldu, um barn teirra hevur lús.
· Skúlin hevur fráboðanarskyldu, tá lús er í skúlanum.
Royking og rúsevni
· Royking og rúsevni eru ikki loyvd á skúlans øki.
BØKUR OG AMBOÐ
Skúlaamboð
· Skúlin útvegar skrivi- og rokniheftir.
· Næmingarnir hava neyðugu amboð við í skúla.
Skúlabøkur
· Væl eigur at vera farið um bøkurnar, sum skúlin flýggjar út.
· Heimið hevur ábyrgd av at pappír verður lagt um bøkurnar.
· Foreldrini hava endurgjaldsskyldu fyri allar bøkur, ið næmingarnir missa burtur ella oyðileggja.
TILTØK Í SKÚLANUM
Føstulávintshald
· Skúlin skipar fyri tunnusláing føstalávintsmánadag.
Jól
· Á hvørjum ári skipar skúlin fyri jólahaldi í skúlanum fyri foreldrum og systkjum.
· Farið verður í kirkju fyri jólafrítíðina.
Renning
· Hvørt ár er skúlarenning.
Seturskúli/útferð
· Allir næmingar fara á seturskúla ella útferð eina ferð um árið.
· 6. og 7. flokkur fara uttanlands annaðhvørt ár.
Hugnadagar
· Allir flokkar hava minst ein hugnadag í hvørjum skúlaári.
NÆMINGAR OG FORELDUR
Heimaarbeiði
· Allir næmingar hava vikuætlan, sum sæst á heimasíðu skúlans.
· Heimið eigur at fylgja við, at næmingurin ger sítt heimaarbeiði.
Foreldrini
· Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við barninum (t.d. sjúka).
· Læra børnini samanhald, ábyrgd og vinalag.
Foreldraráð
· Hvørt ár verða umboð vald fyri hvønn flokk/stovu.
· Endamálið er at menna samanhaldið millum næmingarnar, heimini og skúlan.
Samskifti millum heim og skúla
· Næmingasamrøður tvær ferðir um árið.
· Logbøkur verða sendar heim, tá næmingasamrøðurnar hava verið.
· Foreldrasamrøður eru tvær ferðir um árið.
· Felagsforeldrafundur er minst eina ferð um árið.
· Foreldraráð verður valt hvørt ár fyri allar flokkar.
Heimasíðan
· www.vis.fo
Innskriving
· Innskriving fer fram í januar mánaði.
Frítímar
· Næmingarnir skulu ikki sendast heim uttan fráboðað er frammanundan.
STARVSFÓLK
Flokslærarar
· Í hvørjum flokki er ein flokslærari, ið hevur tætt tilknýti til flokkin.
Toymir
· Í hvørjum flokki er eitt læraratoymi.
Fundir
· Regluligir fundir eru í námsfrøðiliga ráðnum.
Skeið
· Starvsfólk skulu hava møguleika til eftirútbúgving og skeið.
Skúlastýrið
· Skúlastýrið verður valt eftir galdandi reglum og arbeiðir hareftir.
YMISKT
Happing
· Happing verður ikki góðtikin og fær avleiðingar.
· Arbeitt verður miðvíst við at allir næmingar trívast í skúlanum.
Klæðir
· Til ítrótt skulu næmingarnir hava fimleikaklæðir og skógvar, sum eru hóskandi.
· Næmingarnir eru altíð ílatnir til at vera úti í fríkorterunum.
· Gloymd klæðir verða løgd fram tríggjar ferðir um árið. Tað er til felags foreldrafund og til vanligar foreldrafundir.
Fartelefonir
· Næmingar hava ikki loyvi at nýta fartelefon í skúlatíðini. Fartelefonirnar verða samlaðar inn, tá skúladagurin byrjar, og næmingarnir fáa telefonirnar aftur, tá teir fara til hús.
· Um næmingur ikki virðir viðtøkuna, verður fartelefonin tikin og foreldur fáa hana aftur við at koma í skúlan eftir henni.
Ymiskt
· Næmingarnir skulu ikki hava lutir við í skúla, sum eru vandamiklir og kunnu órógva undirvísingina.
Viðareiðis skúli - september 2016